Nýggja liðið hjá 07 Vestur hevur fingið eina góða byrjan.
Sjey stig í fýra dystum er úrtøkan hjá 07 Vestur, sum er liðið í deildini við størstu útskiftingini í mun til í fjør. So nógv stig hevur 07 Vestur ongantíð áður fingið eftir fýra umførum. Har skal eisini sigast, at 07 Vestur hevur spælt helvtina av dystunum móti topp 2, Víkingi og B36, so tað er ikki so, at skráin hevur verið løtt.
Komandi dystirnir hjá 07 Vestur eru móti B68 og Skála áðrenn ein trupul røð móti HB, KÍ og NSÍ er á skránni.
Kelda: FaroeSoccer